Tað er revsivert at leggja út og deila nakinmyndir av fólki, sum ikki hava givið samtykki til tess.
Hetta burdi verið sjálvsagt, men tað lógarliga og etiska í mun til hetta evni, forðar ikki fleiri í at vísa onnur fram, sjálvt um tey ikki ynskja.
Føroya Politi er tí seinnapartin komið við einari áminning um, at talan er um eitt álvarasamt brot. Hetta kemst av, at løgreglan fleiri ferðir seinastu tíðina hevur fingið fráboðanir um slík mál.
Talan er um tilgjørdar nakinmyndir, sum eru lagdar út á serliga sosialar miðlar og síðani deildar.
- Vit heita á øll um at hava ein góðan og siðiligan atburð - eisini á netinum, skrivar Føroya Politi at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald