Danski mentamiðilin cphculture.dk hevur heili seks tilnevningar av føroyskum yrkisleiki, nú tey fara at lata heiðurslønir fyri avrik á palli.
Sjónleikabólkarnir TVAZZ og Leikhús SKIFT hava tríggjar tilnevningar við sjónleikinnum “Upphav” eftir Gunnvá Zachariasen og Maritu S. Dalsgaard. Framførdur av Gunnvá Zachariasen, leikstjórnaður av Maritu S. Dalsgaard, við tónleiki eftir Onnu Katrin Ø. Egisltrøð og visuellari sniðgeving av Silju Grimstad.
Leikurin er tilnevndur til: “Sæsonens nye skuespil (erter fremmedsproget forlæg) 2025/26, “Sæsonens særpris 2025/26” og “Sæsonens gæstespil”.
Durita Dahl Andreassen er tilnevnd til “Sæsonens gennembrud 2025/26” fyri “Den fremmede á Teatret Møllen/Teater V. Hon varð eisini tilnevnd til årsins “Reumert 2026” fyri besta høvðusleiklut.
Sámal Black er tilnevndur “Sæsonens scenografi 2025/26” fyri “Arnarulunnguaq – den store lille kvinde” á Marionet Teatret.
Heilt serligt er tað, at Gunnvá Zachariasen er tilnevnd til “Sæsonens hæderspris 2025/26”.
Hastta fær hon fyri “imponerende teaterkunst i den forløbne sæson og en bemærkelsesværdig karriere i teatrets tjeneste”.
Vinnararnir verða almannkunngjørdir 1.august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald