Myanmar hevur í dag at givið 6.520 fangum grið. Tað upplýsti forsetin í landinum Win Myint, í einum tíðindaskrivi tíðliga í morgun sambært Reuters tíðindastovuni.
Millum fangarnir, ið verða leyslatnir, eru tveir journalistar hjá Reuters, sum hava sitið í fongsli í meira enn 500 dagar.
Journalistarnir, Wa Lone og Kyaw Soe Oo, vórðu fongslaðir í Myanmar í desember 2016.
Teir fingu dóm á sjey ára fongsul fyri at hava brotið landsins lóg um loynidómar. Men atfinningarsamar røddir halda, at teir vórðu fongslaðir fyri at hava skrivað um hvussu herurin hevur jagstrað muslimsa rohingya-minnilutan í landinum.
Hægstirættur í Myanmar vísti í apríl aftur eina kæru frá journalistunum. Tá varð sagt, at tað eftir ta avgerðina ikki var nøkur vón, um at teir báðir kundu verða latnir leysir.
Win Myint, forseti, hevur nú tikið avgerð um at lata fleiri túsund fangar leysar. Hetta hendir í sambandi við nýggjárshátíðarhaldið í Myanmar, sum byrjaði 17. apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald