2019-08-19 08:03
Tað var leygardagin fyrrapartin, at ein ógvuligur skógareldur kyknaði í norðara enda á sponsku oynni Gran Kanaria.
Í gjár var ein friðleysur dagur á oynni, har áleið 4000 fólk úr ymiskum býum í økinum vórðu flutt frá sínum heimi, og tíggju flogfør, tyrlur og áleið 700 sløkkiliðsfólk royndu at basa eldinum. Hetta upplýstu mynduleikarnar á Gran Kanaria til Reuters tíðindastovuna.
Eldurin hevur herjað á áleið 1700 hektarum, ellivu vegir eru stongdir, og tað hevur ikki eydnast at fingið tamarhald á honum. Spanski forsetisráðharrin hevur fingið umbøn um hjálp.
Gran Kanaria var eisini rakt av skógareldum í seinastu viku. Tá herjaði tað í tvey samdøgur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald