2019-12-25 10:45
Í minsta lagi 120 hús eru brend í grund, og fleiri túsund fólk eru rýmd undan skógareldinum, ið hevur rakt havnarbýin Valparaíso í Kili.
Eldurin hevur breitt seg frá høvdunum kring býin til sjálvan býin, har eldurin nú er við at fáa fótafesti.
Sambært lokalum myndugleikum er bæði vatnleiðingin og streymurin avbrotin til 90.000 húsarhald av trygdartiltøkum.
Borgarstjórin í býnum, Jorge Sharp, segði við Canal 24 Horas, at hann heldur at eldurin er ásettur.
Fyribils hevur eining latið lív í skógareldinum.
Valparaíso er eitt vælumtókt ferðavinnumál og liggur minni enn 100 km frá høvuðsstaðnum Santiago.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald