Uttanlands

Fleiri ukrainskir býir raktir av russiskum álopum

Minst tíggju fólk hava latið lív og 60 fólk eru særd

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-12-29 10:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Russland hevur í morgun framt skipað luftálop á fleiri ukrainskar býir, millum annað høvuðsstaðin Kyiv.

Uppá fáar tímar eru minst 110 rakettir sendar móti Ukraina, upplýsir Volodomyr Zelensky á miðlinum X.

Altjóða miðlar skriva, at fráboðanir eru um spreingingar í Kyiv, Kharkiv, Odesa, Lviv, Zaporizjzja og Dnipro. Sambært ukrainska forsætisráðharranum, Dynis Shmyhal, hevur Russland rakt týðandi infrakervi í álopunum.

Higartil eru meldingar um tíggju fólk sum hava latið lív, og 60 eru særd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder