Innanlands

Fleiri vegir í miðbýnum stongdir flaggdagin

Talan er um eitt tíðarskeið millum klokkan 14 og 17

2022-04-22 18:42 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í sambandi við flaggdagshaldið mánadagin 25. apríl eru fleiri vegir stongdir í miðbýnum millum klokkan 14 og 17.

Frá klokkan 14 verða gongugøtan, frá Sverrisgøtu oman á Vaglið, og Áarvegurin, frá Vaglinum til Havnagøtu, stongd. Eisini Mylnugøta og niðasti partur av Tinghúsvegnum eru stongd. 

Klokkan 15.30 til 17.30 eru Áarvegur, frá Vaglinum til Havnagøtu til rundkoyringina úti við Skansan, og vegurin Yviri við Strond, frá rundkoyringini til Hoyvíksvegin, stongd.

Klokkan 14-17 eru Tórsgøta og torgið í Vágsbotni stongd, har Føroya Ellisakfør hava framsýning

Til ber at síggja yvirlit yvir ferðsluavmarkingarnar á kortinum her.

Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder