Tað hjálpti tá løgreglan í gjár fór út í miðlarnar at sóknast eftir fleiri vitnum til harðskapsmál í Steinatúni í Havn, sum fór fram sunnunáttina.
Fleiri fólk, sum halda seg hava sæð okkurt, hava vent sær til løgregluna, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.
Eingin er enn skuldsettur í málinum, sum byrjaði tá illstøða kom millum tveir menn niðri við Glitnir. Í Steinatúni, við gamla bankabygningin, fekk eini maðurin eina fløsku í andlitið.
Málið bleiv ikki meldað, men løgreglan fekk frænir um málið í sambandi við annað mál.,
Hendingin skal vera farin fram millum tíggju minuttir í trý til tjúgu minuttir yvir fýra sunnumorgunin.
Vaktleiðarin heitir framvegis á fólk, sum halda seg hava sæð okkurt, at seta seg í samband við løgregluna á telefon 114.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald