Innanlands

Flest húski við høgum skuldarlutfalli í Suðurstreymoy

Talið av húskjum, sum skylda meir enn 2 mió. kr. og hava skuldarlutføll omanfyri 3, eru fleiri í tali í Suðurstreymoy samanborið við aðrastaðni í landinum. Hetta hongur millum annað saman við, at sethúsaprísirnir eru hægri í miðstaðarøkinum

2021-11-22 17:54 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Myndin niðanfyri vísir skuldarlutføll hjá føroyskum húskjum í ávikavist Suðurstreymoy og restini av landinum. Skuldarlutfall er skuldin hjá húskjunum mátað í mun til árligu bruttoinntøkuna hjá húskjunum. Vanliga verða húskir viðmælt ikki at skylda meira enn 3,5 ferðir sína árligu inntøku, men í summum førum verða hægri skuldarlutføll loyvd, eitt nú um útlit eru til, at einstaka húskið fær skuldarlutfallið niðurum 3,5 innan eitt stutt áramál.

[object Object]

Umleið 1.400 húskir í Føroyum, ella 7,5% av húskjunum tilsamans, høvdu í 2020 eitt skuldarlutfall omanfyri 3.

Tó ber til at hava eitt høgt skuldarlutfall, uttan at skuldin er merkisverd stór í krónum og oyrum. Er inntøkan lág, sum eitt nú hjá einum lesandi, noyðist skuldin ikki at vera serliga stór, áðrenn skuldin er fleirfaldað árligu inntøkuna.

Verður ístaðin hugt eftir húskjum, sum hava skuld omanfyri 2 mió. kr., er talið av teimum við skuldarlutfalli omanfyri 3 lægri; tey eru 610 í tali í 2020, ella umleið 3% av øllum húskjum í Føroyum í 2020.

Talið av húskjum, sum skylda meir enn 2 mió. kr. og hava skuldarlutføll omanfyri 3, eru fleiri í tali í Suðurstreymoy samanborið við húskir, sum búgva aðrastaðni í landinum. Hetta hongur millum annað saman við, at sethúsaprísirnir eru hægri í miðstaðarøkinum.

Í Suðurstreymoy eru húskini við skuldarlutfalli yvir 3 umleið 480 í tali, samanborið við restina av landinum, har tey eru umleið 130 í tali.

Landsbanki Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder