2020-01-20 14:22
Illveðrið elvdi í morgun til, at fleiri Bygdaleiðir avlýstu koyringina fyribils, men nú boðar Strandferðslan frá, at byrjað verður at koyra aftur.
Leið 101 millum Havnina og Gomlurætt og leiðirnar 500 millum Klaksvík og Viðareiði og 504 millum Klaksvík og Kunoy byrjaðu at koyra aftur fyri løtu síðani.
Leiðirnar 200 (Oyrabakki - Eiði), 201 (Oyrabakki - Gjógv) og 202 (Oyrabakki - Tjørnuvík) eru eisini byrjaðar at koyra aftur.
Leið 701, ið koyrir millum Fámjin, Tvøroyri og Sandvík koyrir aftur úr og til Hvalbiar og ikki til Fámjins.
Sildberin, sum siglur millum Sandoy og Skúvoy siglir ikki fyribils.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald