Innanlands

Flestu føroyingar vilja steingja havnir og steðga útflutningi til Russlands

Tað vísir kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Javnaðarflokkin á fólkatingi

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-04-14 10:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nýggj kanning um uttanríkismál og viðurskifti við Russland vísir, at ein meiriluti av føroyingum eru fyri at steingja føroyskar havnir fyri russiskum skipum og at fyribils forbjóða útflutningi til Russlands.

Eftir innrásina í Ukraina hava ES og onnur vestanlond sett handilslig tiltøk í verk móti Russlandi. Stórabretland hevur fyri vikum síðani noktað russiskum skipum atgongd, og nú boðar ES frá, at russisk skip heldur ikki sleppa í ES-havnir.

[object Object]

Landstýrið hevur áður boðað frá, at tey fylgja sanktiónunum, sum ES setur í verk.
Til báðar spurningarnar svara næstan 20% av teimum spurdu, at tey vita ikki. Tað eru sostatt nógv, sum ivast í hesum viðurskiftunum.

[object Object]

Tað er Spyr.fo, sum mánakvøldið 11. apríl gjørdi kanningina fyri Javnaðarflokkin á fólkatingi. Øll kanningin er ikki tøk enn, og óvissan er upp til 3,5%.

Mikudagin 4. mai kl. 15.00 verður ráðstevna um virðir, handil og uttanríkispolitikk á Hotel Føroyum, har nøkur av hesum viðurskiftunum verða sett á breddan. Upplegg verða frá m.a. granskarum, Vinnuhúsinum og presti.

Meira um ráðstevnuna kann lesast á facebook-vanganum hjá Javnaðarflokkinum á fólkatingi.

Tað er Javnaðarflokkurin á fólkatingi, sum skipar fyri ráðstevnuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder