Innanlands

Flestu koppsettu eru kvinnur

Næstan ein triðingur av teimum 85 ár og eldri eru liðugt koppsett, meðan bert trý prosent av teimum ungu millum 15 og 24 ár eru liðugt koppsett – 11 prosent av fólkinum hava fingið fyrru koppseting

Gunnrið Joensen varð tann fyrsti føroyingurin at verða koppsettur fyri korona í desember (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Gunnrið Joensen varð tann fyrsti føroyingurin at verða koppsettur fyri korona í desember (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-03-29 16:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nógv fleiri kvinnur enn menn eru higartil koppsettar í Føroyum. Høvuðsorsøkin til hetta er, at kvinnur eru í stórum fleirtali millum heilsu- og røktarstarvsfólk, og at hesi vóru fyrst, tá ið koppsetingin byrjaði í vetur, skrivar corona.fo.

11 prosent av fólkinum í Føroyum hava fingið fyrru koppseting, og 7,7 prosent eru liðugt koppsett.

Næstan ein triðingur av teimum 85 ár og eldri hava fingið bæði fyrru og seinnu koppseting, og eru tey sostatt liðugt koppsett, meðan trý prosent av teimum millum 15 og 24 ár eru liðugt koppsett.

Fleiri hagtøl um koppseting fyri koronu í Føroyum síggjast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder