Innanlands

Flestu kvinnurnar sum stilla upp búgva í høvuðsstaðnum

Meira enn helmingurin av kvinnunum, sum stilla upp til fólkatingsvalið, búgva í høvuðsstaðnum

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2022-10-30 18:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

24 kvinnur stilla upp til fólkatingsvalið hesaferð, sum svarar til 40 prosent av øllum valevnunum.

Meira enn helmingurin av kvinnunum, ið stilla upp, búgva í høvuðsstaðnum. Ítøkiliga er talan um 14 kvinnur av í alt 24. Tað svarar til góð 58 prosent, vísir ein uppgerð, sum Valurslit.fo hevur gjørt.

Brúka vit gomlu valdømini sum grundarlag sær býtið soleiðis út:
Suðurstremoy: 14 valevni
Norðoyggjar: 3 valevni
Vágar: 3 valevni
Eysturoy: 2 valevni
Sandoy: 1 valevni
Suðuroy: 1 valevni
Norðstreymoy: 0 valevni

Tey 24 kvinnuligu valevnini eru at finna í øllum aldursbólkum. Flestu teirra eru í aldursbólkinum 50-59 ár. Sløk 38 prosent av øllum kvinnuligu valevnunum eru í hesum aldursbólkinum.

Aldursbýtið sær soleiðis út:
18-29: 4 valevni
30-39: 2 valevni
40-49: 5 valevni
50-59: 9 valevni
60-69: 4 valevni
70-79: 0 valevni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder