Mentan

Fljóðljóð hevur jólakonsert í Silo

Ein konsert, har vit hjúkla fyri smálutum í tí inniliga og bera. 

2018-12-11 08:23 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

- Kom og hoyr væluppløgdu sangarnar í Fljóðljóð, sum við solistum og ljóðførum borðreiða við eini fjøllbroyttari jólaskrá. Reyði tráðurin er tað sárbæra og tó stórbæra í inkarnatíónini (Jesu føðing).

Tað verður ein serstøk uppliving at leita sær oman í Silo mikukvøldið, har fljóðini hava jólaprýtt stórsligna, nýggja hølið í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru bryggju í Havn

Mitt í hjartanum á høvuðstaði og høvuðsvinnu okkara. Millum skip og fiskakassar koma yndisligu tónanir at sveima. 

Konsertin er ókeypis, høvið verður tó at geva eina gávu eftir konsertina.

Ein lítil drekkamuður verður eisini at fáa.

Kór-og fyriskipanarleiðari: Súsanna Joensen, saman við Erlu Bech Nolsø, Jóhannu Rasmussen, Randi Nolsøe og Synnøve av Rana.
Hugleiðingar: Synnøve av Rana
Fylgispæl á klaver, gittar og slagverk: Holgar Johannesen
Cello: Gwendolyn Philbrow
Floytu: Súsanna Joensen, Durita L. Jóansdóttir og Sólgerð J. Færø
Solistar: Sigrid Bech Nolsø, Erla Bech Nolsø, Randi Nolsøe, Jóhanna Rasmussen, Súsanna á Váli, Hanna Vang og Synnøve av Rana

Fljóðljóð er eitt kvinnukór (vokal ensamble), við 13 royndum sangarum, ið varð stovnað av Súsannu Joensen á heystið 2016. Kórið hevur ongan fastan dirigent, men fleiri í kórinum taka skiftivís musikalsku leiðsluna. Kórið syngur ymisk sløg av tónleiki, bæði klassiskt, sálmasang og aðrar norðurlendskar kórsatsir.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder