15 februar kemur út nýggj fløga, við sangum hjá norska sangaranum og prædikumanninum Aage Samuelsen, á føroyskum.
Fløgan hevur fingið heiti Handan Stjørnuhav.
Tað er Eyðun Jacobsen sum hevur tikið stig til hesa fløgu.
Tónleikurin á fløguni er innspældur í Crossroads Studio, Arden NC, av sera dugnaligum tónleikarum. Røddirnar eru innsungnar í studionum hjá Erik Biskupstø í Klaksvík.
Tað eru 16 sangir á fløguni, sum vera sungnir av fylgjandi:
Kvartettin í Betesda - The Gadders - Petur Hans Hansen -
Bill Justinussen - John Kári Jacobsen - Magnus Poulsen -
Oddbjørg Poulsen - Eyðun Jacobsen - Heine Lützen-
Magni Christiansen - Andreas Hvannastein - Janus Jacobsen -
Henny Gerðalíð - Zamar - Terje B Vestergaard - Oasubrøður.
Í samband við fløguútgavuna vera útgávukonsertir 15 og 16 februar:
Fríggjakvøldið 15 februar í Oasuni í Hoyvík.
Leygarkvøldið 16 februar í KÍ Høllini í Klaksvík.
Tónleikarar á konsertunum vera:
Beddi Hansen: El gittar
Terje B Vestergaard: Klaver
Erik Biskupstø: Bass
Terje Johannesen: Akk. gittar og mandolin
Arnold Mortensen: Steelgittar
Jákup Gunnarstein Hansen: Trummur
Eyðun Jacobsen: Akk. Gittar.
Eitt sindur um Aage Samuelsen:
Norski sangarin Åge Samuelsen, føddur 1915, vaks upp í Norska býnum Skien, og er kendur í øllum Skandinavia fyri sínar lívsglaðu og evangelisku sangir.
Åge vaks upp undir trongum korum, bar upp á sjúku sum barn, og kom ikki at ganga fyrrenn hann var um 6 ára gamal.
Læranin í skúlanum helt fyri, at Åge hevði ikki nakað skil fyri tónleiki, men mamman, sum skilti og elskaði son sín, troystaði hann og segði: ,,Åge! Tað kemur ein dagur eftir henda!”.
Tá hann var 15 ára gamal, fekk hann ein gittara frá mammuni, sum hevði keypt hann á uppboðssølu. Gittarin kom at gerast hansara trúgvi lívsfylgisveinur, og hetta ljóðførið kom at føra prógv fyri læraranum og øllum Noregi, at Åge hevði eitt serliga gott oyra fyri tónleiki.
Åge kom út í rúsdrekkamisnýtslu, men í 1944 upplivdi hann eitt andaligt gjøgnumbrot í lívinum.
Hann gjørdist virksamur limur í Hvítusunnurørsluni í Skien, har hann brúkti sínar gávur sum sangari og sangskrivari.
Hann skrivaði sangir í hópatali, og gjørdist ein sannur sangevangelistur. Hann gav út hópin av plátum, og gjørdist ein nógv eftirspurdur sangari í Noregi.
Åge Samuelsen doyði í 1987 bara 71 ára gamal.
Her hoyrast brellbitar av fløguni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald