
Flogbóltsárið 2021/2022 verður servað í gongd í dag í høllini á Giljanesi, tá árligu stórsteypadystirnir hjá kvinnum og monnum verða spældir sunnudagin.
Dystirnir eru ímillum steypavinnararnar og FM vinnararnar frá undanfarna kappingarári.
Fyrri dysturin, sum verður leiktur kl. 15, er ímillum ÍF, sum var steypavinnari og Mjølnir, sum vann FM heitið í fjør.
Seinni dysturin, sum byrjar kl. 17.30, er ein lokaluppgerð millum SÍ og Drátt. SÍ var greipuvinnari í fjør, men bæði steypa- og FM finalurnar vóru ímóti Drátti, og tískil møtast hesi bæði liðini til stórsteypadyst.
FBF og SÍ skipa fyri stórsteypadystunum. Peningurin frá atgongumerkjasøluni fer óskerdur til "Í menniskjum góður tokki". Les meira her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald