Eitt Boeing-flogfar, sum í gjár skuldi lenda í Istanbul í Turkalandi, koyrdi av lendingarbreytini og brotnaði.
Upptøkur frá hendingini vísa, at flogfarið brotnaði í trý. Ferðafólkini sluppu út við at fara út á annan veingin, flestu teirra kláraðu tað sjálvi, skrivar dagblaðið Hurriyet.
Í fyrstu atløgu varð boðað frá at 21 fólk høvdu fingið skaða, men talið er nú komið upp á 179 og harumframt eru eisini trý deyð, skrivar AP-tíðindastovan.
Turkiskir miðlar skriva, at flogskipararnir báðir – annar turki, hin suðurkoreani – komu álvarsliga til skaða.
Tilsamans 177 ferðafólk vóru við í flogfarinum. Manningin taldi seks.
Tað var eitt innanríkisflogfar frá flogfelagnum Pegasus Airlines, sum á veg úr Izmir kom inn í ógvusligt regnveður, fortelur NTV sjónvarpsstøðin, sum eisini hevur víst myndir har tað sæst, at eldur kom í ein av motorunum.
Floghavnin, sum liggur í asiatiska partinum av Istanbul, er fyribils latin aftur.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at hetta flogfelagið hevur havt óvanligar óhappstilburðir. Í januar í 2018 skuldi eitt flogfar av slagnum Boeing 737-800 lenda í turkiska býnum Trabzon. Men undir lending gleið flogfarið á breytini og fór oman av breytini og støðgaði fáar metrar frá Svartahavinum.
Tá sluppu øll ferðafólkini við lívinum.
So seint sum 7. januar í har hevði felagið eisini eitt óhapp undir lending, tó uttan álvarsligar fylgjur, skrivar Danmarks Radio.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald