15 fólk eru deyð eftir at eitt flogfar við 100 fólkum umborð datt niður nærhendis býin Almaty í Kasakstan í nátt.
66 fólk eru funnin særd, av teimum eru 50 løgd inn á sjúkrahús, upplýsa flogferðslumyndugleikarnir í Kasakstan, sambært Reuters tíðindastovuni.
Flogfarið hjá Bek Air flogfelagnum var á veg úr Almaty til høvuðsstaðin í landinum, Nur-Sultan, fyrrverandi Astana.
Beint eftir, at flogfarið var farið á flog, mistið tað hædd, og rendi í ein betonggarð, og so inn í ein bygning, skriva flogferðslumyndugleikarnir í einum tíðindaskrivi.
Kasakiski innanríkismálaráðharrin boðar frá, at flogfarið datt niður í eitt íbúðarøki, skrivar russiska Tass tíðindastovan.
Bjargingarlið hava í morgun bjargað fólkum, sum sluppu frá hendingini við lívinum út úr flogfarinum, skrivar Reuters frá floghavnini í Almaty.
Forsetin í Kasakstan, Kassym-Jomart Tokajev, leggur á Twitter upp til, at onkur møguliga stendur aftan fyri hendingina.
- Tey seku verða revsað hart sambært lógini, skrivar forsetin á Twitter, samstundis sum hann lýsir samkenslu við familjunum og teimum nærmastu hjá teimum, ið hava latið lív.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald