2019-06-22 19:16
Níggju fólk hava latið lív, eftir eitt flogfar datt niður á Oahu, triðstørstu oynni hjá Hawaii í gjárkvøldið.
Øll fólkini, sum vóru umborð á flogfarinum lótu lív, men upplýsingar um, hvørji hesi eru, er ikki almannakunngjørt.
Flogfarið, ið datt niður nærindis floghavnini Dillingham Airfield á norðara partinum av oynni, varð brúkt til fallskíggjalop.
Ógreitt er, um flogfarið var í ferð við at fara upp í luftina, ella um tað var í ferð við a lenda, tá vanlukkan hendi, skrivar Politiken, men sambært óváttaðum frágreiðingum frá eygnavitnum, var flogfarið áveg upp í luftina.
Leiðarin hjá sløkkiliðnum í Honolulu sigur, at tey enn eru í ferð við at savna upplýsingar um støðuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald