2022-10-22 14:07
Fríggjakvøldið amerikanska tíð datt eitt lítið flogfar niður í ein íbúðarbygning nærindis ein flogvøll í býnum Keene í statinum New Hampshire.
Sambært amerikonskum miðlum, m.a. CNN, hava øll, ið vóru umborð á flogfarinum latið lív, men einki verður sagt um, hvussu nógv vóru umborð.
Eldur kom í bygningin, men eingin av búfólkunum fingu skaða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald