Aftur í nátt hevur ein flogvanlukka verið í USA.
Eitt sjúkraflutningsflogfar við seks fólkum umborð, harímillum eitt barn, datt í nátt niður í Philadelphia í amerikanska statinum Pennsylvania, og eldur kyknaði í fleiri bygningum, upplýsir Jet Rescue Air Ambulance, sum hevur ábyrgdina av loftvegis sjúkraflutningi í USA.
Umborð á flogfarinum var eitt barn og mamma hennara, umframt manningin, sum taldi fýra fólk. Øll seks vóru úr Meksiko. Barnið hevði fingið viðgerð fyri lívshættisliga sjúku í Philadelphia og skuldi flytast heimaftur til Meksiko.
Í minsta lagi seks fólk á landi fingu skaða, tá flogfarið datt niður. Tey vórðu flutt á sjúkrahús, og trý teirra eru síðani útskrivað aftur.
Fyrradagin stoyttu ein hernaðartyrla og eitt ferðafólkaflogfar saman nærindis Washington D.C. 64 fólk vóru í flogfarinum, og trý herfólk vóru í tyrluni. Øll lótu lív.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald