Uttanlands

Flogfar fór útav flogbreytini

Fimm fólk eru deyð, og fimm onnur eru særd, eftir at eitt farmaflogfar hjá Amazon fór útav flogbreytini á altjóða floghavnini í amerikanska býnum Miami í kvøld.

(Mynd: Chandan Khanna/AFP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Chandan Khanna/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-09-06 23:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein vanlukka við einum farmaflogfari á floghavnini í Miami í amerikanska statinum Florida hevur kravt í minsta lagi fimm mannalív.

Tað sigur Daniella Levine Cava, borgarstjóri í sýsluni Miami-Dade á tíðindafundi í kvøld okkara tíð.

Umframt tey fimm, sum hava latið lív, eru fleiri onnur fólk flutt á sjúkrahús við ókendum skaðum.

Í minsta lagi fimm fólk fingu skaða, harav trý eru álvarsliga løstað, skriva m.a. tíðindastovurnar Ritzau og Reuters.

Altjóða floghavnin í Miami er í kvøld stongd fyri allari flogferðslu orsakað av vanlukkuni, har eitt farmaflogfar fór útav flogbreytini, tá tað skuldi seta seg í Miami og rendi síðani á fleiri akfør.

Sambært lokalum myndugleikun kom eldur í flogfarið.

Talan var um eitt flogfar av slagnum Boeing 767 hjá handilsrisanum Amazon, sum verður brúkt til farmaflutning.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder