Uttanlands

Flogfar hjá British Airways lendi í skeivum landi

Fyrst hildu ferðafólkini, at flogskiparin skemtaði, tá hann boðaði frá, at tey vóru lend í Edinburgh og ikki Düsseldorf

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-03-25 21:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ferðafólkini umborð á einum flogfari hjá British Airways vóru ørkymlað, tá flogskiparin, stutt eftir, flogfarið var lent, bjóðaði teimum vælkomin til skotska høvuðsstaðin Edinburgh.

Tey høvdu nevniliga keypt ferðaseðil til týska býin Düsseldorf.

Sambært British Airways, er ein feilur í pappírinum orsøkin til, at flogskiparin fleyg til Skotlands í staðin fyri til Týsklands. Dagin fyri hevði flogfarið nevniliga verið í Skotlandi, og hildið verður, at sama ferðaætlan av óvart var tikin í nýtslu í dag, skrivar DR.

Fyrst hildu ferðafólkini, at flogskiparin bara skemtaði, tá hann segði, at tey vóru komin til Edinburgh. Aftaná at fleiri høvdu vent sær til manningina umborð, kom flogskiparin út og spurdi, hvussu nógv skuldu havt verið í Düsseldorf. Svarið var øll.

- Flogskiparin segði, at hann ikki visti, hvussu hetta kundi vera borið til, og sambært honum var tað ongantíð hent áður, segði ein kvinna, sum var við flogfarinum, við BBC.

Flogfarið var verandi í Edinburgh í 2,5 tímar, og so fór tað aftur í luftina, og hesuferð  fór tað rætta vegin.

Av tí at flogfarið varð seinkað í meira enn 5 tímar, hava øll ferðafólkini rætt til í minsta lagi 250 evrur (1866 krónur) í endurgjaldi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder