Leiðarin av Wagner herinum, 62 ára gamli Jevgenij Prigozjin, var umborð á flogfarinum, sum í gjárkvøldið datt niður millum Moskva og Sankjta Pætursborg.
Tað váttaðu russisku loftferðslumyndugleikarnir í gjárkvøldið, sambært Reuters tíðindastovuni.
Russiska ráðharraráðið fyri vanlukkur hevði tá upplýst, at innleiðandi kanningarnar av hendingini vístu, at øll umborð á flogfarinum lótu lív.
- Tað vóru tíggju fólk umborð á flogfarinum, herav manningin taldi trý. Sambært okkara fyribils upplýsingum, doyðu øll umborð, boðaði ráðharraráðið frá.
Russisku loftferðslumyndugleikarnir hava eisni váttað, at stovnarin av Wagner, Dmitrij Utkin var umborð á flogfarinum.
- Leiðarin av Wagner, ein russisk hetja, ein sannur fosturlandsvinur frá móðurlandinum – Jevgenij Viktorovitj Prigozjin – doyði orsaka av gerðum, framdar av svikarum móti Russlandi, ljóðaðu boðini frá Wagner-bólkinum í eini dagføring á samskiftistænastuni Telegram.
Síðst í juni stóð Wagner bólkurin fyri einum stuttum uppreistri móti russisku hernaðarleiðsluni. Tilburðurin endaði við, at avtala varð gjørd, sum m.a. hevði við sær, at Prigozjin skuldi flyta til Hvítarusslands.
Vanlukkuøkið verður kannað (Mynd: EPA)
BBC skrivaði í gjárkvøldið, at Wagner-ovastin átti privata flogfarið, sum datt niður.
Flogfarið datt niður nærhendis bygdina Kuzjenkino, sum liggur áleið miðskeiðis millum Moskva og Sankta Pætursborg.
Wagner-uppreisturin móti hernaðarleiðsluni í Russlandi hendi fyri júst tveimum mánaðum síðani, millum 23. og 24. juni. Wagner-hermenninir náddu fram til umleið 200 kilometrar frá russiska høvuðsstaðnum áðrenn tað eydnaðist at gera eina avtalu við hvítarussiska forsetan, Aleksandr Lukasjenko, sum fekk herin at støðga og venda við, skrivar Ritzau.
Wagner-herurin hjálpti Russlandi við í russisku innrásini av Ukraina í fjørvár, og var eisini við, tá Krim hálvoyggin varð hersett í 2014.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald