Uttanlands

Flogfar við Trump umborð mátti trygdarlenda

Annar motorurin støðgaði yvir Meksikoflógvanum

Donald Trump, avmyndaður á einum politiskum fundi í Texas í januar (Mynd: EPA)=

Donald Trump, avmyndaður á einum politiskum fundi í Texas í januar (Mynd: EPA)=

2022-03-10 07:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt flogfar við fyrrverandi amerikanska forsetanum, Donald Trump, umborð, mátti leygarkvøldið trygdarlenda á flogvøllinum í New Orleans, tá ein motorur støðgaði yvir Meksikoflógvanum.

Tað upplýsir ein kelda við kunnleika til hendingina sambært Reuters tíðindastovuni.

Flogfarið, eitt Dassault Falcon 900, var komið umleið 120 kilometrar frá floghavnini í New Orleans, tá flogskiparin tók avgerð um at venda aftur.

Millum ferðafólkini vóru fleiri trygdarfólk hjá Secret Service og nakrir ráðgevarar og starvsfólk hjá fyrrverandi forsetanum.

Trump hevur sjálvur ikki gjørt viðmerkingar til hendingina, skrivar Ritzau.

Amerikanski flogferðslumyndugleikin, FAA, hevur ikki sagt nakað um hendingina. Tey vísa ístaðin til Secret Service, tí myndugleikin ikki úttalar seg um vardar persónar, verður sagt.

Flogfarið skuldi flúgva Donald Trump heim til Palm Beach í Florida. Fyrrverandi forsetin hevði hildi eina røðu á einum fundi fyri republikanskar stuðlar á einum hotelli í New Orleans.

Ónavngivna keldan upplýsir, at tað er ein av hesum republikansku vælgerðarmonnunum, sum eigur flogfarið. Hann hevði lænt Trump flogfarið, so hann kundi koma heim um kvøldið.

Eftir at flogfarið hevði trygdarlent, varð eitt annað flogfar í skundi skaffað, sum kundi flúgva Trump aftur til Florida.

Amerikansku miðlarnir Politico og Washington Post vóru teir fyrstu at skriva um hendingina.

Sambært Politico helt Trump eina 90 minuttir langa røðu fyri republikansku stuðlunum hetta kvøldið. Røðan verður søgd at vera ósamanhangandi.

Trump skemtaði millum annað við, at USA átti at brúkt flogfør við kinesiska flagginum á til at ‘bumba Russland aftur til steinøldina’.

Trump segði eisini, at hann ‘ógvuliga gjølla umhugsar’ møguleikan at stilla upp aftur til forsetavalið í 2024.

Donald Trump sat sum amerikanskur forseti frá 2017 til 2021.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder