Uttanlands

Flogfar við ukrainskum krígsfangum niðurdottið

75 fólk vóru við russiska flogfarinum, ið datt niður í landslutinum Belgorod. 65 teirra vóru ukrainskir krígsfangar

Eitt Il-76 flogfar í lufthavnini í Kyiv. Her er tó talan um eitt kinesiskt flogfar, sum er komið við neyðhjálp (Sanvsmynd: EPA)

Eitt Il-76 flogfar í lufthavnini í Kyiv. Her er tó talan um eitt kinesiskt flogfar, sum er komið við neyðhjálp (Sanvsmynd: EPA)

2024-01-24 10:07 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt russiskt hernaðarflogfar av slagnum Il-76 við 74 fólkum umborð datt í dag niður í Belgorod landslutinum í Russlandi.

Tað upplýsir russiska verjumálaráðið, sambært tíðindastovuni Ria.

Umborð vóru eftir øllum at døma 65 ukrainskir krígsfangar umframt níggju onnur fólk, verður sagt.

Ukrainsku krígsfangarnir vóru, sambært Tass tíðindastovuni, á veg til Belgorod í sambandi við eitt fangabýti.

Fangarnir vóru saman við trimum persónum, sum fylgdu teimum, og hartil taldi manningin á flogfarinum seks.

Belgorod er landslutur, sum hevur mark til Ukraina.

- Ein kanningardeild frá russiska flogvápninum er farin á vanlukkustaðið fyri at kanna orsøkina til at flogfarið datt niður, sigur russiska verjumálaráðið, sambært Tass.

Il-76 er hernaðarligt flutningsflogfar, serliga ætlað til at flyta herfólk, farm, herútgerð og vápn.

Vanliga telur manningin fimm. Flogfarið hevur pláss til 90 ferðafólk.

Belgorod landsluturin er seinastu tíðina fleiri ferðir raktur av álopum úr Ukraina. Stutt fyri ársskiftið kostaði eitt rakettálop 25 mannalív.

Eftir hetta boðaðu russisku myndugleikarnir frá, at ætlanin er at flyta børn úr landslutinum orsaka av vandanum fyri ukrainskum álopum.

Fyribils eru tó ongir upplýsingar um, hvørt álop kann vera orsøk til at flogfarið datt niður í dag, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder