2020-12-29 21:05

Beint eftir klokkan 20 lendi rutuflogfarið hjá Atlantsflog úr Keypmannahavn í Vágum. Við var ein kassi frá Statens Serums Institut við 975 skamtum av Pfizer/BioNTech-koppingarevni móti covid-19.
Hetta er fyrsta sending av vaksinum, sum kemur til Føroya, og í morgin klokkan 13 fáa tey fyrstu prikið. Tað verður á teimum trimum sjúkrahúsunum, og tilsamans vera 100 fólk sum fáa fyrstu sproytuna í morgin. Um tríggjar til fýra vikur skulu tey aftur koppsetast.
Covid-19 koppingarevni skal nú flytast til Havnar, og heilivágurin skal goymast kalt - í 70 til 80 kuldastigum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald