Uttanlands

Flogfelagið Flybe er hótt av húsagangi

Øll flogførini hjá stóra lokala flogfelagnum standa still í dag

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2020-03-05 08:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Bretska flogfelagið Flybe er hótt við húsagangi orsaka av coronavirusinum. Felagið er nú farið í gjaldsstøðg, og øll flogfør felagsins eru fyribils parkerað.

Felagið fekk trupulleikar longu í januar mánaði, tá tað fekk í lag eina avtalu við myndugleikarnar um fyribils skattafrítøku. Kortini er felagið nú farið í gjaldsstøðg, og sambært bretsku miðlunum hevur felagið mist umsetning orsaka av corona virusinum.

Ruðuleiki valdar nú millum fólk, sum hava keypt ferðaseðlar. Sambært BBC hevur Flybe sent áheitan á kundarnar um at halda seg heima, og ikki leita sær út á flogvallirnar. Á heimasíðu síni boðar Flybe frá, at felagið ikki er ført fyri at veita kundum sínum aðrar møguleikar at ferðast.

Á heimasíðu síni síni stendur, at felagið er sett undir umsiting.

Flybe er størsta sokallaða lokalflogfelag í Evropa. Felagið flytir umleið átta milliónir ferðafólk á rutuneti sínum í Bretlandi og EU-londunum. Høvuðsskrivstova felagsins er í Exeter. Upp til 2.000 fólk verða rakt, um felagið fer á húsagang, upplýsir Sky News.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder