Uttanlands

Flogferðslan í Grønlandi skerd

Vánalig floglíkindi gera, at Air Greenland hevur støðga søluni av ferðaseðlum tað, ið eftir er av juli mánaði

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-07-12 10:14 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Mjørki og lág skýggj, eitt nú í Nuuk, skapa nú stórar avbjóðingar fyri grønlendska flogfelagið Air Greenland. Umleið túsund fólk vóru í gjár strandað ymsa staðni í Grønlandi, upplýsir felagið.

Air Greenland hevur nú latið aftur fyri sølu av ferðaseðlum restina av hesum mánaðinum, tá tað snýr seg um flogferðir í Vesturgrønlandi.

Hetta tí ongi útlit eru til, at veðrið í økinum fer at broytast í bræði, upplýsir felagið.

- Mjørkin og lág skýggj arga okkum so mikið, at vit mugu avlýsa, og tá slíkt hendir fleiri dagar á rað, fáa vit stórar hópar av ferðafólkum, sum ikki sleppa víðari, sigur stjórin í Air Greenland, Jacob Nitter Sørensen, í eini fráboðan.

Sermitsiaq skrivar, at tað í løtuni ikki ber til at fáa ein flogferðaseðil til ella úr Danmark fyrr enn fyrst í august mánaði.

Jacob Nitter Sørensen sigur í fráboðanini, at verkfallið í SAS hevur verið viðvirkandi til, at Air Greenland, sum vanligt, ikki kann leiga flogfør til eykatúrar.

Avbjóðingarnar í Evropa føra við sær, at tað er sera trupult at finna flogfør at leiga inn til atlantsrutuna, skrivar flogstjórin.

Air Greenland leigar vanliga flogfar at hjálpa til at flyta ferðafólk, tá ólag hevur verið í flogferðsluni til og úr Grønlandi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder