Umleið klokkan hálvgum tvey lokala tíð komu boð um, at eitthvørt illgrunasamt var funnið við trygdareftirlitið (security) á flogvøllinum í Kastrup.
Hetta var eftir, at løgreglan hevði kannað málið í Kastrup eina løtu - okkurt løgið gekk fyri seg.
Júst hvat hetta var, og hvat løgreglan var bangin fyri, er tó ógreitt. Hetta vil Københavns Politi ikki upplýsa nærri, og seinnapartin varð skrivað á X, at einki annað er funnið, og at trygdareftirlitið kundi lata upp aftur.
Danska TV2 hevur yvirlit av gongdini seinnapartin
Júst trygdareftirlitið var stongt vegna støðuna, og harvið sluppu ferðandi ikki avstað.
Tað hevur elvt til ónøgd og óvissu á stóra flogvøllinum, men nú er nakað av glið komið á aftur.
Københavns Lufthavn upplýsir tó, at tað fer at ganga ein løta, til alt koyrir aftur sum vant, og fleiri seinkanir væntast. Hetta staðfestir SAS eisini.
Tað hava annars ikki verið so nógvir trupulleikar hjá flogførum at lent í Kastrup, meðan partar annars vóru stongdir av.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald