Innanlands

Flogferðslan í nýggjum hami

Nú er lættari at fylgja flogferðsluni við Portalinum

2024-10-02 18:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í fleiri ár hevur Portalurin víst flogferðsluna um Vága Floghavn. Men tænastan trongdi til eina yvirháling, nú alsamt meira ferðsla er um flogvøllin og eisini fleiri flogfeløg flúgva.

Vit hava gjørt eina dagføring, sum ger tað lættari hjá brúkarum at fylgja við nær flogfør koma og fara. Og eru tey seinkað ella lenda fyrr, er hetta frámerkt týðiliga.

Eisini ber til at síggja flogferðsluna frá degnum fyri.

Hetta er ein liður í at dagføra fleiri av tænastunum á Portalinum.

Flogferðslan er at finna undir "Tænastur" í valmyndini á forsíðuni á Portalinum.

Fylg við flogferðsluni her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder