Uttanlands

Flogferðslan í Týsklandi rakt av verkfalli

Floghavnirnar í Hamburg, Köln og Düsseldorf eru stongdar í dag

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2023-04-20 09:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tríggjar stórar floghavnir í Týsklandi eru í morgun raktar av verkfalli millum starvsfólk í trygdareftirlitinum. Tað snýr seg um floghavnirnar í Hamburg, Köln/Bonn og Düsseldorf, skrivar Reuters.

Roknað verður við, at verkfallið fer at raka umleið 100.000 ferðandi, upplýsir felagsskapurin hjá týsku floghavnunum, ADV.

Fakfelagið Verdi, sum umboðar starvsfólkini, hevur boðað frá verkfalli bæði í dag og í morgin. Væntandi rakar hetta 700 flogferðir hesar báðar dagarnar.

- Støðan í floghavnunum er hin sama í dag sum undir verkfallunum, sum hava verið á somu floghavnum fyrr í ár. Fráferðarhøllirnar eru tómar, støðan er rólig, verður sagt í einum boðum frá floghavnini í Hamburg, sambært Reuters.

Verkfallið kemur orsaka av kravi um hægri løn, sum Verdi ikki hevur fingið í gjøgnum hjá arbeiðsgevarunum.

Í morgin fer verkfallið eisini at umfata floghavnina í Stuttgar. Samráðingarnar millum ósamdu partarnar verða uppafturtiknar 27. og 28. apríl. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder