Fyri fyrstu ferð síðan 1998 fáa flogførini hjá SAS nýggjan búna. Hesum boðar flogfelagið frá í tíðindaskrivi í dag.
- Nýggi búnin er ein ímynd av framtíð okkara - ein meira burðardygg og kappingarfør framtíð fyri SAS, sum samstundis fevnir um arv okkara. Ferðafólk úr Skandinavia fara at kenna heim sítt aftur, meðan altjóða ferðafólk fara at hitta ta víðagitnu norðurlendsku kensluna, sigur Rickard Gustafson, forstjóri í SAS.
Nýggju Airbus A350- og A320neo-flogførini hjá SAS verða tey fyrstu, sum koma at flúgva í nýggja búnanum, og áðrenn 2024 hava øll flogførini hjá felagnum fingið nýggja útsjónd.
Sí meira um nýggja búnan hjá SAS her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald