Uttanlands

Floghavn í Florida broytt navn til heiðurs fyri Donald Trump

Floghavnin, sum fyrr varð kend sum Palm Beach International Airport eitur nú President Donald J. Trump International Airport

(Mynd: Joe Raedle/AFP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Joe Raedle/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-07-12 09:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Floghavnin í Palm Beach í amerikanska statinum Florida hevur nú formliga broytt navn og eitur nú eftir amerikanska forsetanum, Donald Trump.

Floghavnin, sum fyrr varð kend sum Palm Beach International Airport eitur nú President Donald J. Trump International Airport.

Navnabroytingin verður av tíðindastovuni Reuters lýst sum ein viðurkenning av undirtøkuni, Trump hevur í Florida. Tað er m.a. har, at frítíðarstaðið hjá Trump, Mar-a-Lago er.

Sonur Donald Trump, Eric Trump sigur í samrøðu við Fox News, at tað neyvan er nakar annar, sum verður settur meira í sambandi við Palm Beach - ella kanska alt Florida - enn Donald Trump.

Í mars skrivaði guvernørurin í Florida, Ron DeSantis undir eina lóg um at broyta navnið á floghavnini, og amerikanski flogeftlirlitsmyndugleikin, Federal Aviation Administration (FAA) hevur nú broytt styttingina av navninum frá PBI til DJT. Ferðafólk skulu tó framvegis brúka PBI, tá tey bíleggja fogferðir, fram til 18. august.

Floghavnin upplýsir, sambært Ritzau, at navnabroytingin hevur kostað 5,5 milliónir dollarar, sum er umleið 36 milliónir krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder