Uttanlands

Floghavn í Moskva latin uppaftur eftir dronuálop

Eitt háhús í Moskva varð rakt rakt av dronum í nátt

Russiskir hermenn kanna skaðar eftir eitt dronuálop, sum hendi sunnudagin (Mynd: EPA)

Russiskir hermenn kanna skaðar eftir eitt dronuálop, sum hendi sunnudagin (Mynd: EPA)

2023-08-01 07:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein drona rakti í nátt eitt háhús í russiska høvuðsstaðnum, Moskva. Tað skrivar almenna russiska tíðindastovan, Tass, sambært Ritzau.

Tass skrivar í sama viðfangi, at Vnukovo floghavnin í Moskva í eitt tíðarskeið mátti steingja, tí fleiri dronur vórðu sæddar nærhendis russiska milliónabýin.

Sambært russiska verjumálaráðnum vórðu tvær dronur skotnar niður í Moskva í nátt, meðan ein rakti háhúsið, skrivar Tass.

Borgarstjórin í Moskva, Sergej Sobjanin, skrivar eisini um, at fleiri dronur skulu verða skotnar niður.

- Fleiri dronur, sum royndu at flúgva inn í Moskva, vórðu skotnar niður av loftverjuni, skrivar hann á boðtænastuni, Telegram.

Sambært borgarstjóranum eru ikki frætt um, at nakar hevur fingið skaða. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder