Úr sjúkrasong síni í Abu Dabi, hevur flogskiparin, Smit Machchhar, tosa í telefon við indiska forsætisráðharran, Narendra Modi.
Her greiddi indiski flogskiparin fyri fyrstu ferð frá hættisligu minuttunum umborð á flogfarinum úr Dubai til Tel Aviv mikudagin, tá hann stríddist fyri bæði sínum egna lívi og lívinum hjá ferðafólkunum.
- Í veruleikanum segði eg við øll, at eg stríddist fyri at yvirliva, men samstundis visti eg innast inni, at eg ikki kundi lata tey øll doyggja, fortaldi flogskiparin fyri indiska stjórnarleiðaranum í fyrstu útsøgn síni til almenningin um hendingina. Tað skrivar CNN.
Flogskiparin tosaði við indiska forsætisráðharran úr sjúkrasongini (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)
Í telefonsamrøðuni, sum vardi í tíggju minuttir, brúkti Modi forsætisráðharri tíð til at vísa á dirvi og styrkina hjá Marchchhar flogskipara, undir hesum heilt serligu umstøðunum.
- Títt dirvi, títt tol og tín ró... Tú tók týðandi avgerðir upp á onga tíð og bjargaði nógvum lívum, segði Modi og legði afturat.
- Í dag kann øll tjóðin errin siga, at vit indarar ikki eru eitt fólk, ið tekur lív – vit eru eitt fólk, sum bjargar lívum.
Hetjustøðan hjá Smit Machchhar byggir á, at hin skiparin á flogfarinum varð tikin av ræði, tá hann mikudagin royndi at ræna flogfarið, sum teir báðir høvdu ábyrgdina av.
Machchhar var sambært egnum útsøgnum álopin av starvsfelaganum, sum nú er handtikin í Sudiarabia. Machchhar flogskipari fekk stór sár og misti nógv blóð undir bardaganum í stýrihúsinum.
Flogskiparin legði dent á undir samrøðuni, at heiðurin fyri at tað endaði í størri vanlukku ikki er hansara eina.
- Meðan eg lá á dúrkinum í stýrihúsinum, merkti eg, at flogfarið dalaði. Tá hugsaði: ‘Hetta er seinasta skumpið, Smit. Ger tað. Hurðin er beint har’. Og meðan sløgini haglaðu yvir meg, megnaði eg at lata hurðina til stýrihúsið upp. Og so komu øll hini inn.
Hóast Machchhar lá á dúrkinum undir hinum flogskiparanum í bardaganum, eydnaðist tað honum, hóast særdur, at sparka hurðina upp. Harvið komu fleiri ferðafólk inn, og komu særda skiparanum til hjálpar.
- Hini høvdu ein eins stóran leiklut og eg, segði hann við forsætisráðharran.
(Mynd: Jack Guez/AFP/Ritzau Scanpix)
Meðan flogskiparin royndi at rósa ferðafólkunum, so helt Modi fast um tað, sum Machchhar hevði framt.
- Tú fekst álvarsligar skaðar og stríddist fyri lívinum. Kortini stúrdi tú ikki fyri tínum egna lívi, tú stríddist fyri lívinum hjá øllum ferðafólkunum, segði Modi.
Samrøðan, sum fór fram á gujarati málinum – almenna málið í Gujarat, heimstadinum hjá Modi – var merkt av sterkum kenslum. Machchhar flogskipari var týðuliga rørdur, tá hann fortaldi um vitjanina av dóttrini, sum hóttaðist fyri at síggja særda andlitið hjá pápanum í sjúkrahússongini.
Hinvegin lýsti stoltleikin av honum, tá forsætisráðharrin takkaði fyri gerningin.
- Nú tá Tygum hava ringt, eri eg errin av mær sjálvum, segði flogskiparin, og legði afturat:
- Eg var ikki errin áðrenn hetta, segði hann sambært CNN.
Moodi endaði samrøðuna við at vissa flogskiparan um, at hann altíð hevur stuðul frá indiska forsætisráðharranum.
- Smit – um tú hevur brúk fyri mær, so er bara at ringja, segði forsætisráðharrin við flogskiparan.
Flogskiparin Smit Machchhar er nú ein hetja í India. Myndin er frá strondini í Odishas Puri (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald