Uttanlands

Flogskiparin enn ikki funnin: Familjan savnar inn pengar til at leita víðari

Hóast líkið av fótbóltsleikaranum Emiliano Sala varð bjargað úr flogfarinum fyrr í vikuni, er flogskiparin enn ikki funnin

2019-02-09 19:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tveir menn vóru umborð á lítla flogfarinum, sum datt niður millum Frakland og Wales 21. januar.

Ein teirra var fótbóltsleikarin Emiliano Sala, og líkið av honum varð eisini bjargað úr flogfarinum fyrr í vikuni.

Men hin maðurin, 59 ára gamli flogskiparin David Ibbotson, er enn ikki funnin.

Myndugleikarnir eru langtsíðani givnir at leita, og tí roynir familja David Ibbotson nú sjálv at savna inn pengar til at finna og bjarga líkið á honum, skrivar DR.

Familjan hevur gjørt eina crowdfunding-síðu, og aftaná fáar tímar hevði familjan fingið fleiri tíggju túsund pund.

- Vit kunnu ikki klára tankan um, at hann er einsamallur. Vit noyðast at fáa hann heim, so hann kann verða jarðaður, skrivar familjan á heimasíðuni.

Endamálið er at savna inn 300.000 pund, sum svarar til uml. 2,5 milliónir í okkara krónum. Hetta var uml. sama upphædd, sum umboðsmaðurin hjá Emiliano Sala savnaði inn til at finna líkið hjá fótbóltsleikaranum.

Líkið varð bjargað á 63 metra dýpi áleið 33 kilometrar frá oynni Guernsey.

Løgreglan gavst at leita aftaná tríggjar dagar av tí at líkindini fyri at finna teir á lívi ikki vóru góð, og hetta fekk umboðsmannin hjá Emiliano Sala at savna inn pengar sjálvur til at leita víðari.

Síðani tók tað ikki langa tíð at finna flogfarið, og fýra dagar seinni eydnaðist tað so myndugleikunum at bjarga líkið av Emiliano Sala úr flogfarinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder