Innanlands

Flogterna hjá Atlantsflogi fingið korona

Av tí sama eru fimm aðrar flogternur hjá Atlantsflog sendar í sóttarhald. Flogternurnar hava tó ikki verið til arbeiðis síðani tilburðurin varð staðfestur

(Mynd: Atlantic Airways)

(Mynd: Atlantic Airways)

2020-09-11 19:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seks flogternur hjá Atlantsflogi vóru týskvøldið settar í sóttarhald, tí ein teirra hevði fingið staðfest korona.

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways upplýsir fyri útvarpinum, at flogternan er blivin smittað í Danmark, og hevur verið saman við hinum flogternunum síðani, og tí eru tær eisini farnar í sóttarhaldi.

Men ferðafólk skulu kenna seg trygg, vissar stjórin um.

- Flogternurnar hava ikki verið til arbeiðis síðani smittan varð staðfest. Vit taka øll fyrivarni í sambandi við smittuvanda umframt at landslæknin hevur verið inn yvir, sigur Jóhanna á Bergi við útvarpið.

Flogferðslan verður ikki ávirkað av hesum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder