2022-11-22 20:18

Vinnuhúsið boðar í dag frá, at Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið Súlan hava skrivað undir nýggjan sáttmála.
Hesin sáttmáli er galdandi fyri kabinustarvsfólk hjá Atlantic Airways - flogternur og flogtænarar.
Kringvarpið skrivar, at talan er um ein tvey ára sáttmála.
- Sáttmálin er á sama stigi sum semjan við arbeiðarafeløgini, ið var gjørd í mai. Karmurin fyrra árið er 3,8 prosent og seinna árið 4,04 prosent. Harumframt eru ymsar tillagingar gjørdar í sáttmálanum.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald