Sjey fólk lótu lív í flogvanlukkuni í amerikanska býnum Philadelphia leygarnáttina, og 19 fólk vórðu særd.
Tað var eitt sjúkraflutningsflogfar við seks fólkum umborð, sum datt niður. Umborð á flogfarinum var eitt barn og mamma hennara, umframt manningin, sum taldi fýra fólk. Øll seks vóru úr Meksiko. Barnið hevði fingið viðgerð fyri lívshættisliga sjúku í Philadelphia og skuldi flytast heimaftur til Meksiko.
Øll fólkini í flogfarinum lótu lív, umframt eitt fólk, sum sat í einum bili í økinum, har flogfarið datt niður, upplýsa amerikansku myndugleikarnir.
Í minsta lagi 19 onnur fólk á landi vórðu særd og flutt á sjúkrahús, men tey flestu eru útskrivað aftur.
Tilbúgvingarleiðarin í býnum, Adam Thiel, sigur, sambært BBC, at tað helst verður fleiri dagar, áðrenn myndugleikarnir hava eitt endaligt tal á deyðum og særdum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald