Uttanlands

Flogvanlukka í USA: Um 30 lík funnin

Tað er ikki longur nøkur vón um at finna nakran á lívi, varð sagt á tíðindafundi í Washington D.C. fyri løtu síðani

Ronald Reagan-floghavnin í Washington D.C. letur uppaftur fyri flogferðslu klokkan 11 lokala tíð (Mynd: EPA)

Ronald Reagan-floghavnin í Washington D.C. letur uppaftur fyri flogferðslu klokkan 11 lokala tíð (Mynd: EPA)

2025-01-30 13:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

27 av teimum 64 fólkunum, sum vórðu í flogfarinum hjá American Airlines, og eitt herfólk úr hernaðartyrluni, sum duttu niður í Potomac-ánna nærindis Washington D.C., høvuðsstaðnum í USA í nátt, eru funnin deyð.

Og tað er eingin vón um at finna nakrar á lívi, segði John A. Donnelly, sløkkiliðsleiðari á Ronald Reagan Washington National-floghavnini á tíðindafundi fyri løtu síðani.

Frammanundan hava fleiri amerikanskir miðlar skrivað, at í minsta lagi 30 lík eru funnin í ánni.

Sambært stjóranum á American Airlines, er tað enn ógreitt, hví flogfarið og tyrlan stoyttu saman, og amerikanski flutningsmálaráðharrin, Sean Duffy sigur, at tað er ikki óvanligt við hernaðartyrlum í økinum.

Umborð á ferðafólkaflogfarinum hjá American Airlines vóru 60 ferðafólk, og manningin taldi fýra fólk. Í tyrluni vóru trý herfólk.

Í kjalarvørrinum á vanlukkuni varð Ronald Reagan-floghavnin stongd fyri flogferðslu, men floghavnin letur uppaftur klokkan 11 lokala tíð, og tá verður trygt at flúgva, varð sagt á tíðindafundinum.

Hetta er fyrstu ferð í nærum 16 ár, at eitt ferðafólkaflogfar dettur niður í USA. Seinast var í februar 2009, tá eitt ferðafólkaflogfar datt niður og rakti eini hús nærindis Buffalo í statinum New York. Øll 49 fólkini umborð lótu lív.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder