Í dag hevur Kristina Háfoss, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, lagt fram lógaruppskot, sum skal tryggja, at almenningurin kann fáa fult innlit í, hvussu politiskir flokkar, løgtingslimir og valevni fíggja valstríð og virksemi teirra.
Støðan í dag er tann, at politiskir flokkar, løgtingslimir og valevni eru ikki áløgd at upplýsa alment um møguligan privatan stuðul. Hetta ger, at almenningurin ikki veit um og í hvønn mun politiskir flokkar, løgtingslimir og valevni eru privat stuðlað og harvið hava ávíst fíggjarligt tilknýti til privatar stuðlar.
Hetta ynskir Tjóðveldi nú at broyta. Hetta verður gjørt við lógaruppskoti um, at politiskir flokkar frameftir skulu gera roknskap, ið eitt nú skal fevna um upplýsingar um, hvar møguligur privatur stuðul, yvir ávísa upphædd, kemur frá.
Eisini skal í frágreiðing til roknskapin upplýsast, um løgtingslimir ella valevni floksins fáa privatan stuðul.
Um talan er um uttanflokka valevni ella uttanflokka løgtingslim, og viðkomandi fær privatan stuðul, skal viðkomandi lata fyrisitingini hjá Løgtinginum frágreiðing um møguligan stuðul.
- Neyðugt er við fullum gjøgnumskygni, tá umræður møguligan privatan stuðul, ið politiskir flokkar, løgtingslimir og valevni fáa. Tað er ikki støðan í dag. Hetta lógaruppskotið fer at tryggja innlit í møguligan privatan stuðul, um politiskir flokkar, valevni ella løgtingslimir fáa tílíkan. Harvið gerst gjøgnumskygnið og rættartrygdin størri í politisku skipanini í Føroyum, sigur Kristina Háfoss.
Líknandi lógaruppskot varð eisini lagt fram á Løgtingi í oktobur 2014, men varð ikki samtykt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald