Flokkarnir fundast, men lítið er at frætta

Stutt fyri midnátt var úrslitið av løgtingsvalinum greitt. Dagin eftir valið hava flokkarnir fundast, men einki ítøkiligt er at frætta um møguligar samgongusamráðingar

Ljós á Gamla apoteki siga frá, at okkurt fundarverksemi fer fram í føroysku politisku flokkunum nú dagin eftir løgtingsvalið. (Mynd: Jógvan Jákupsson)

Ljós á Gamla apoteki siga frá, at okkurt fundarverksemi fer fram í føroysku politisku flokkunum nú dagin eftir løgtingsvalið. (Mynd: Jógvan Jákupsson)

2022-12-09 16:51 Author image
Jógvan Jákupsson
placeholder

Í gjár var løgtingsval. Samgongan, ið hevur sitið seinasta valskeiðið, er slitnað, og hon hevur mist meirilutan. Hon kann sostatt ikki halda fram sum meirilutasamgonga, uttan at onkur flokkur legst afturat.

Sostatt er væntandi, at onkur broyting verður gjørd viðvíkjandi samanseting av samgongu og landsstýri.

Bárður á Steig Nielsen er enn løgmaður. Hann verður sitandi, til hann annaðhvørt sjálvur fer frá, ella møguliga verður koyrdur frá. Og hann hevur eisini sagt við Kringvarpið, at hann virðir fólkaræðið, og at tíðin nærkast, til hann letur samráðingarrættin frá sær.

Sum skilst hava flokkarnir fundast hvør í sínum lagi. Seinrapartin var ljós í fleiri flokshølum á Gamla apoteki í Havn, har flokkarnir halda til. Ljós var eisini í privatu hølunum hjá Javnaðarflokkinum tætt við.

Tað hevur ikki borið til hjá okkum at fáa nakað ítøkiligt at vita um samskifti ella samráðingar millum flokkarnar. Men tað er sannlíkt, at flokkarnir hvør í sínum lagi gera upp, hvat teir ynskja viðvíkjandi møguligum samgongusamstarvi við aðrar flokkar.

Hóast, at lítið og einki ítøkiligt er at frætta, so fer ivaleyst nógv samskifti fram millum partarnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder