Uttanlands

Flokkur Putins fekk knapt helmingin

Sameint Russland fekk 49,8 prosent av atkvøðunum í Russlandi um vikuskiftið – antstøðan sigur at svikað varð við valinum

Vladimir Putin (Mynd: EPA)

Vladimir Putin (Mynd: EPA)

2021-09-21 07:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Flokkurin Sameint Russland, sum er stuðulsflokkur hjá Vladimir Putin, forseta, hevur vunnið 49,82 prosent av atkvøðunum til valið ti Dumuna, undirhúsið í russiska tjóðartinginum.

Tað vísir endaliga úrslitið av valinum, sum russiska valnevndin nú hevur kunngjørt, skrivar tíðindastovan Tass.

Tað varð væntað frammanundan, at Sameint Russland fór at vinna valið, men hóast sigurin var sannførandi, so var talan um eina lítla afturgongd í mun til seinasta val, tá flokkurin fekk 54 prosent av atkvøðunum, skrivar Ritzau.

Helmingurin av tingsessunum verða býttir sambært flokslistum, meðan hin helmingurin fer til tey valevni, ið hava fingið flest atkvøður í valdømun, har eitt umboð skal veljast. Longu tá helmingurin av atkvøðunum vóru taldar, hevði Sameint Russland vunnið 85 prosent av hesum valdømum.

Kommunistaflokkurin gerst næststørsti flokkur í Dumuni við umleið 20 prosentum, ið er ein framgongd á 13,3 prosent í mun til valið fyri fimm árum síðani.

14 flokkar stillaðu upp til valið, ið vardi yvir tríggjar dagar og endaði sunnudagin.

Ongir altjóða eygleiðarar
Fongslaði andstøðupolitikarin, Aleksej Navalnyj, heitti innan valið á veljarar, ið ikki ynsktu at stuðla Putin, um at velja taktiskt. Hetta skuldi gerast við at velja flokkar í einmansvaldømunum, sum høvdu møguleika at vinna á flokkinum hjá Putin – í flestu førum varð heitt á veljarar um at velja kommunistarnar.

Egni flokkurin hjá Navalnyj stillaði ikki upp - hann varð bannaður undan valinum.

Ongir eygleiðarar frá altjóða felagsskapinum OSCE vóru til staðar í Russlandi fyri at halda eyga við at alt fór rætt fram, tí semja ikki kundi finnast millum felagsskapin og russisku stjórnina um hvussu hetta skuldi fara fram.

Frá fleiri síðun – eitt nú ES – er illgruni um, at valið ikki fór fram á demokratiskan hátt.

Russiski kommunistaflokkurin sýtir eisini fyri at viðurkenna úrslitið av tveimum milliónum elektroniskum atkvøðum, sum gjørdist tungan á vágskálini í Moskva.

Myndugleikarnir í Russlandi vísa skuldsetingunum um valsvik aftur. Ein óheftur bólkur av valeygleiðarum hevur boðað frá minst 4.500 dømi um valsvik, skrivar dr.dk. 

[object Object]Aðalskrivarin í kommunistaflokkinum, Valerij Rashkin, helt røðu á einum mótmælistiltaki í Moskva í gjár (Mynd: EPA)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder