Moderaterne, nýggi flokkurin hjá fyrrverandi danska forsætisráðharranum Lars Løkke Rasmussen hevur nú innsavnað nóg nógvar veljaraundirskriftir til at kunna stilla upp til næsta fólkatingsvalið, sum skal vera í seinasta lagi í 2023.
Fyri at sleppa at stilla upp, skal flokkurin hava í minsta lagi 20.182 undirskriftir, og hesum kom flokkurin á mál við í morgun, skriva danskir miðlar.
Nú kann Moderaterne søkja um at sleppa at stilla upp til valið, og tá danska innlendismálaráðið hevur kannað allar undirskriftirnar, verður boðað frá, um flokkurin hevur fingið endaligu góðkenningina. Hetta verður væntandi greitt innan fáar vikur.
Tað var 1. januar í ár, at Lars Løkke meldaði seg úr danska vinstraflokkinum aftaná 40 ára limaskap og tíggju ár sum formaður. Hann var forsætisráðharri í tveimum tíðarskeiðum, 2009-2011, og 2015-2019. Í august 2019 legði hann frá sær sum formaður orsakað av ósemju í flokkinum.
Í apríl boðaði fyrrverandi danski forsætisráðharrin frá, at hann fór at stovna nýggjan politiskan flokk, og í juni byrjaði hann at savna veljaraundirskriftir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald