Í morgin, mánadagin 20. september, verður tjóðartingsval í Kanada, og í løtuni sær út til, at flokkurin hjá sitandi forsætisráðharranum, Justin Trudeau, er í vanda fyri at tapa valið.
Ein veljarakanning frá The Ledger, sum blaðið Journal De Montreal hevur almannakunngjørt, gevur konservativa flokkinum 33 prosent av atkvøðunum, meðan liberali flokkurin hjá Trudeau fær 32 prosent.
At tað er so tætt millum tær báðar stóru flokkararnar hevur vakt stóran áhuga fyri valinum, og valluttøkuni. Søguliga sæð hevur ein lág valluttøka verið ein fyrimunur hjá teimum konservativu.
Tað var miðskeiðis í august, at kanadiski forsætisráðharrin útskrivaði val tvey ár áðrenn val átti at vera aftur.
Justin Trudeau hevur verið forsætisráðharri síðan 2015, og seinastu tvey árini hevur Trudeau staðið á odda fyri einari minnilutastjórn. Hóast stjórn hansara er bundin av at fáa stuðul frá øðrum flokkum, hevur tað eydnast henni at fáa samtykt eina fíggjarlóg, hjálparpakkar undir koronafarsóttini, og aðrar týðandi lóggávur seinastu árini.
Forsætisráðharrin segði í august, at hann hevur brúk fyri nýtt mandat til at stjórna Kanada úr koronafarsóttini. Tá vístu veljarakanningar, at flokkur hansara lá á odda.
– Kanada má avgera, hvussu vit skulu enda stríðið móti koronu og byggja landið uppaftur betri. Tað er galdandi bæði í mun til at gera koppsetingararbeiðið liðugt og stuðla fólki, inntil kreppan er av, segði hann sambært Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald