Innanlands

Floksformenn skulu greiða frá avtøku av tunnilsgjøldum

Lokalu valfeløgini hjá Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum í Norðoyggjum vilja hava at vita frá fríggjarmálaráðnum og løgmanni, nær vallyfti hjá samgonguni verður framt

Bárður á Steig Nielsen og Jørgen Niclasen skulu til Klaksvíkar í kvøld í samband við málið um avtøku av tunnilsgjaldið (Mynd: Jens Kr. Vang)

Bárður á Steig Nielsen og Jørgen Niclasen skulu til Klaksvíkar í kvøld í samband við málið um avtøku av tunnilsgjaldið (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-12-08 15:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu tíðina hevur nógv verið frammi um gjaldið fyri at koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin, sum eftir ætlan letur upp 19. desember.

Tað er eisini eitt evni, at tað framvegis verður tikið tunnilsgjald at koyra ígjøgnum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin. Eitt vallyfti hjá samgonguni var at avtaka tað, og á tingfundi í oktober segði Jørgen Niclasen, at um stutta tíð verður tað ókeypis at koyra ígjøgnum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin.

Í kvøld verður fíggjarmálaráðharrin og formaðurin í Fólkaflokkinum í Klaksvík saman við løgmanni og formanninum í Sambandsflokkinum og tosar um evni. Norðlýsið skrivar, at valfeløgini hjá Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum í Norðoyggjum hava fund í Gamla Seglhúsinum í annaðkvøld, har avtøka av tunnilsgjøldunum er á skrá.

Lokalu valfeløgini vilja vita, nær vallyfti hjá samgonguni verður framt, skrivar nordlysid.fo. Formaðurin í Noroyða Fólkafloksfelagi, Sìmun Gullaksen, sigur í viðtalu við Kringvarpið, at talan ikki er um "revolvarapolitikk", men at ynkst verður at hoyra floksformenninirnar seta orð á evni.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder