Innanlands

Floksformenninir aftur á fundi

Greiða skal fáast á, um stevið kann finnast aftur í samgonguni og um so er, hvussu hetta verður gjørt. Floksformenninir tykjast bjartskygdir, men vildu lítið siga eftir fundirnar í gjár

2021-12-29 14:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Meira enn ein fundur var á skránni í gjár, og eftir teir kom millum annað fram, at samgongan í øllum førum ikki hevur ein meiriluta ímóti sær.

Tó er nógv ymisk viðurskifti í samgonguni, sum framvegis eru ógreið, og hvussu ymisku knútarnir í henni og innanhýsis í flokkunum skulu loysast. Fyrst er tað samgongustarvið sjálvt, sum hevur fokus, hevur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, ið millum annað skal avloysa tvey landstýrisfólk.

Floksformenninir vildu annars ikki siga nakað serligt við Kringvarpið í gjárkvøldið, og sambandstingmaðurin Johan Dahl, ið greitt hevur sagt, at hann ikki stuðlar eini samgongu, har Jenis av Rana er við, hevði onga viðmerking.

Fundurin í dag byrjaði 13.30, og sambært in.fo verður fundur í lítlu samgongu seinni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder