Innanlands

Floksformenninir kjakaðust um ferðavinnu og bústaðir

Í fyrsta formansumfarinum komu teir níggju við sínum boðum um loysnir á økjunum, og framløgdu stutt hvat teir fóru at arbeiða fyri í samband við hetta valið

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2019-08-07 10:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið hittust floksformenninir í sjónvarpsstovuni, tá valstríðið av álvara varð skotið í gongd. 

Til ber at síggja og hoyra alt kjakið her

Formenninir í teimum sjey flokkunum, ið eru í tinginum nú, settu síni orð á tvær av teimum stóru avbjóðingunum ið skulu loysast í samfelagnum: Hvussu ferðavinnan best skal skipast - serliga viðvíkjandi hvar er loyvi at ganga, og hvør skal gjalda hvar - og hvussu bústaðartørvirnir skulu nøktast; millum annað til tey við serligum tørvi og nú fleiri og fleiri hava trupult við at finna hóskandi bústað í Føroyum. 

[object Object]
(Hjalmar Zachariassen legði stutt fram, hvar Føroyaflokkurin stóð fyri og kom at arbeiða fyri - Mynd: Sverri Egholm) 

Formenninir í teimum báðum nýggju flokkunum komu eisini orðanna á fyrsta sinni í einum kjaki. Hjalmar Zachariassen úr Føroyaflokkinum legði út við at siga, at meira frælsi og vald skal út til fólki aftur, og at ein skal velja flokkin, um ein m.a er ímóti politiskari toppstýring og fyri fríum marknaði. Ígjøgnum kjakið, serliga um ferðvinnu, legði formaðurin í Føroyaflokkinum dent á, at ognarætturin skuldi virðast.

[object Object]
(Formaðurin í Framtakinum var greiður: Sitandi politikarar hava framt ov lítið - Mynd: Sverri Egholm)

Arnfinn á Birtuni, formaður í Framtakinum, var bersøgin ígjøgnum kjakið. Hann segði, at allir formennirnir so at siga siga tað sama, men dyrka munirnar og fremja tí ov lítið. Arnfinn á Birtuni legði eisini dent á, at flokkur hansara er komin, tí at núverandi politikarnir ikki hava gjørt sítt arbeiði, og at beinleiðis demokrati manglar í Føroyum; nakað ið ein fær, um ein atkvøðir fyri Framtakinum - umframt at siga ja til kannabis.

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm) 

Kjakið var annars merkt av, at talan er um tvey mál, ið eingin verulig loysn er funnin á. Aksel V. Johannesen løgmaður vísti tó m.a á, at fleiri bústaðir eru á veg, og at peningur er játtaður til tað. Har vóru formennirnir í stóru andstøðuflokkunum, Jørgen Niclasen og Bárður á Steig Nielsen, tó skjótir at viðmerkja, at einki var hent enn, og formaðurin í Fólkaflokkinum segði, at tað var langt úti, at tað varð bíðað við bústøðum til fólk við serligum tørvi. Í høvuðsheitinum høvdu Jørgen og Bárður "atgerðaloysi" á tungu fleiri ferðir, tá teir skuldu lýsa arbeiði hja samgonguni.

[object Object]
(Formaðurin í Miðflokkinum, Jenis á Rana - Mynd: Sverri Egholm)

Viðvíkjandi ferðvinnuni vóru allir sum so samdir um, at tað skal skipast nógv betri, og at føroyingar ikki skulu gjalda fyri at ganga í hagunum, men at ferðafólk skulu. Hvussu hetta skal skipast, er ikki heilt semja um, men serliga Jenis á Rana vísti á, at bøndurnir megna at loysa hetta best. 

[object Object]
(Elin Mirjamsdóttir - Mynd: Sverri Egholm) 

Elin Mirjamsdóttir og Jón Brian Hvidtfeldt stýrdu kjakinum hjá Kringvarpinum

[object Object](Jón Brian Hvidtfeldt - Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder