Uttanlands

Floksleiðarar missa álitið á Mette Frederiksen

- Hetta málið stinkar. Eg havi ikki longur álit á stjórnarleiðaran, sigur formaðurin í flokkinum Venstre

Jakob Ellemann-Jensen (Savnsmynd: EPA)

Jakob Ellemann-Jensen (Savnsmynd: EPA)

2021-11-04 10:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Álitið á donsku forsætisráðkvinnuna, Mette Frederiksen, er viknað eftir sonevndu minkagøluna, og ikki minst eftir ein rættiliga nógv umrøddan tíðindafund, sum hon helt í gjárkvøldið viðvíkjandi sms-boðunum, sum eru vorðin strikað, og tí ikki kunnu vera partur í kanningini um hvat, sum hendi tá avgerð í fjør varð tikin um at niðurleggja eina heilt vinnu og avtaka allar minkar í Danmark.

Serliga er tað formaðurin í flokkinum Venstre, Jakob Ellemann-Jensen, sum hevur mist álitið á stjórnarleiðaran.

- Eg havi ikki álit á Mette Frederiksen longur, sigur hann, og leggur afturat.

- Tað er møguligt, at hon ikki var greið yvir, at tað ikki var lógarheimild at niðurleggja minkavinnuna. Men hon visti væl, at tað ikki var eitt greitt tilmæli frá heilsumyndugleikunum at gera tað, sigur Jakob Ellemann-Jensen, sambært TV2.

Hann heldur ikki, at Mette Frederiksen nóg greitt greiddi frá, hvar og nær ein funka, ið strikar øll sms-boð eftir 30 dagar, varð løgd í hennara telefon.

- Eg siti við einum varhuga av einum stjórnarleiðara, sum ikki kundi svara nær henda funkan varð sett í verk. Hetta málið stinkar, sigur Ellemann-Jensen.

Á tíðindafundinum segði Mette Frederiksen, at forsætismálaráðið ikki kundi upplýsa júst nær sjálvvirkandi strikingin av sms-boðum eftir 30 dagar, varð sett í verk á telefonini hjá forsætisráðkvinnuni.

Á tíðindafundinum segði Mette Frederiksen, at tey á forsætismálaráðnum hava ein varhuga av, at henda funkan varð sett í gildi einaferð seint á sumri 2020. Men at tað neyvan er møguligt at prógva hetta.

Hetta økir illgrunan um, at henda funka varð sett í verk fyri at fjala útyvir hvat tað var, sum hendi, tá avgerð varð tikin um at avtaka allar minkarnar í landinum.

Eisini formaðurin í konservativa fólkaflokkinum, Søren Pape Poulsen, er ónøgdur yvir svarini hann fekk á tíðindafundinum í gjárkvøldið.

- Tað kennist løgið, at hildið verður fram við at strika sms-boð, eisini eftir at kanningin av minkamálinum er byrjað. Mann fær at vita, at skjøl og sms-boð skulu tryggjast, og kortini heldur strikingin fram, sigur Søren Pape Poulsen.

So alt bendir á, at politiski illveðrið, sum Mette Frederiksen er komin í orsaka av minkamálinum, als ikki er av eftir tíðindafundin í gjár. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder